Summarkvinna við stórum tema um gerandishetjur
Tíðindi
Summarkvinna við stórum tema um gerandishetjur
Nýggj summarkvinna er á gøtuni við einum stórum tema um gerandishetjur og nógvum øðrum spennandi lesitilfari til summarfrítíðina
Eftir: Ingrid Bjarnastein 16.07.2021

Nýtt blað er nú komið út. Hesa ferð er stórt tema um gerandishetjur. Vit hitta tríggjar kvinnur, ið vilja gera mun, har tær eru. Les um Anju Perdomo, sjúkrarøktarfrøðing, Astu í Toft, námsfrøðing og Anniku Højgaard, lærara, sum í samfull 22 ár hevur staðið á odda fyri orketrinum Ælabogin. Og hoyr, hvat serfrøðingurin, Maria Hanusson Joensen, hevur at siga um gerandishetjur, og hvørji eyðkenni tær hava.

Bárður á Lakjuni, lærari og tónleikari, er maðurin, okkum dámar í hesi útgávuni. Hann sigur, at humor hevur nógv at siga fyri seg. Og at hann kundi hugsað sær betri handaligar gávur.

Nunnan, systir Florence, kom til Føroya fyri 18 árum síðani. Hon kemur upprunaliga úr Suðurkorea. Florence hevur vígt Gudi lív sítt og livir eitt einfalt lív á kleystrinum saman við fýra øðrum systrum. Í blaðnum kanst tú lesa, hvat lívið hevur lært systur Florence.

Vit hava lúrt í villa og litríka klædnaskápið hjá Evu Mariu Brynhildardóttir og hava annars eina spennandi og kveikjandi mótarøð.

Harumframt hava vit eisini hitt Rúnu Nón Bjartalíð, Aslaug Gísladóttir, Jóruna Gudmundsen, Hervør Pálsdóttir og aðrar.

Fá uppskriftir uppá spennandi matpakkar at taka við á ferð, bindiuppskrift og íblástur til summarlesnaðin.

Góðan lesihug og gott summar.