– Tað kom ongantíð eitt øvugt orð frá mammu
Tíðindi
– Tað kom ongantíð eitt øvugt orð frá mammu
Tann fyrsta kvinnan í lívi hansara var mamman, Selma Leitisstein, ið var ein sera vøkur, men eisini lítillátin, tolin og rúmlig kvinna, sum ikki altíð hevði tað lætt við fimm børnum og einum manni, ið sigldi úti, greiðir Uni Leitisstein millum annað frá til kaffiprátið við Kvinnu í summar
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen / Mynd: Amy Hansen 05.09.2023

Hvussu byrjar tín dagur best?
Morgnarnir eru ikki mínir bestu vinir, má eg viðganga, so morgnar eru bara nakað, ið skulu fáast frá hondini. So mín dagur byrjar best, um eg fái frið til at vakna spakuliga, eta ein lítlan morgunmat og kanska drekka ein caffélatte afturvið, áðrenn eg flyti meg spakuliga til arbeiðis.

Men tað kom ongantíð eitt øvugt orð frá mammu um nakað ella nakran, heldur ikki tá eg sum tannáringur sleipaði ein 100 watt Marshall gittarfortstyrkjara upp í mítt lítla kamar, ið lá beint uppi yvir køkinum hjá henni

Hvør í tínum arbeiðslívi hevur havtstørstu ávirkan á teg?
Georg L. Petersen, sum í dag er tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, er fyrrverrandi blaðstjóri á Dimmlætting, og hann gav mær í 1998 møguleikan at royna meg sum journalist, tá eg bleiv summarferiu avloysari á gomlu Dimmu. Eg fall so væl til á Dimmalætting, at tey kallaðu meg "Lítli stjóri". Tað skal sigast, at Georg L. Petersen setti meg eftir viðmæli frá stórabeiggja mínum, Kartin Leitisstein Hansen, ið hevði starvast á Dimmalætting, áðrenn hann fór til Danmarkar at lesa og arbeiða á JyllandsPosten. Kartin bróðir hevur eisini havt stóra ávirkan á mítt arbeiðslív, tí eg havi altíð hingið í reyvini áhonum, tá vit vóru smádreingir, hóast hann royndi at renna undan mær, og eg havi eisini gingið í slóð hansara sum vaksin, tí eg havi valt so at siga somu útbúgving og yrkisleið sum Kartin. 

Enda setningin ...
Tann fyrsta kvinnan í mínum lívi ... tað var mamma mín Selma Leitisstein, ið var ein sera vøkur, men eisini lítillátin, tolin og rúmlig kvinna, sum ikki altíð hevði tað lætt við fimm børnum og einum manni, ið sigldi úti. Men tað kom ongantíð eitt øvugt orð frá mammu um nakað ella nakran, heldur ikki tá eg sum tannáringur sleipaði ein 100 watt Marshall gittarfortstyrkjara upp í mítt lítla kamar, ið lá beint uppi yvir køkinum hjá henni. Har noyddist hon at leggja oyru til mínar hálvvánaligu gittarsoloir fleiri tímar um dagin. Tað er nakað, ið altíð hevurundrað meg , at hon orkaði. Tað gingu ikki nógvir minuttir eftir, at pápi mín var komin heim, til hann geylaði upp áloft um at fáa meg at skrúva niður fyri larminum. Mamma mín andaðist tíverri alt ov ung í 2013, 68 áragomul, av alzheimer.

Hevur tú eitt livirráð?
Fá tær børn. Ja, tað er strævið, ja, tað er bundisligt, men tá alt kemur til alt, so gevur einki betri meining í lívinum enn børnini. Og gevst ikki við at lurta eftir nýggjum tónleiki ella at ganga til konsertir. Tað er gott fyri lívsgóðskuna og sálarheilsuna.


Les longri kaffiprát við Una Leitisstein Hansen í Kvinnu 4, sum er í sølubúðunum kring landið nú.