Í oktober í 2024 góvu vit á Kvinnu saman við IRF út bókina Tað sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð. Nú hevur bókin vunnið Verdensmålsprisen 2026.
Tað er vinnugreinafelagið Cirkulær, sum IRF er limur í, ið letur prísin á hvørjum ári, og í ár fór heiðurin til IRF fyri teirra arbeiði í at minka um matspillu og geva avroðum nýtt lív sum smakkgott tilfeingi í føroyska køkinum. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur limur í Cirkulær fær hendan heiðurin.
Í Føroyum verða á hvørjum ári uml. 60.000 seyðir flettir, men nógv av avroðunum verður burturbeint heldur enn gagnnýtt til matna. Hetta hevur bæði ávirkan á burðardygd og hvussu væl vit gagnnýta okkara egna tilfeingi. Átakið varð sett í verk fyri at venda hesari gongdini.
Við bókini hava vit viljað varpa ljós á hetta ofta gloymda tilfeingið. Tað sum eftir er sameinar søgur, mentan og matgerð og vísir, hvussu avroð kann gerast ein natúrligur og spennandi partur av nútímans køkinum.
Bókin varð upprunaliga prentað í 900 eintøkum og varð útseld eftir bert 12 døgum. Síðani endurprentaðu vit 500 eintøk afturat.
Vit í Kvinnu eru ernar av at hava verið partur av hesum arbeiðinum saman við IRF og fegnast um, at átakið nú hevur fingið hesa viðurkenningina.