Tað sum eftir er – meira enn ein bók við uppskriftum
Tíðindi
Tað sum eftir er – meira enn ein bók við uppskriftum
Í dag er nýggja bókin, Tað sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð, komin út
Eftir: Kvinnu 01.10.2025

Í dag er nýggja bókin, Tað sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð, komin út. Í bókini fær avroð úr seyði nýtt lív  - tilfeingi, ið fyrr var sjálvsagt í føroyska køkinum, men sum í dag verður brúkt alt ov lítið og í størstan mun burturbeint.

 

Á 184 litríkum og innihaldsríkum síðum bjóðar bókin fram fjølbroyttar, nútímans uppskriftir, har tríggir dugnaligir kokkar vísa, hvussu vit kunnu gera avroð bæði spennandi og smakkríkt aftur.

 

Men bókin er ikki bert ein uppskriftsbók. Hon er eisini ein frásøgn um felagsskap, siðvenju og minnir – og ein áheitan um at hugsa burðardygt, tá vit matgera. Í bókini eru eisini greinar og samrøður, ið varpa ljós á avroð og tilfeingi úr seyði og sum samstundis minna okkum á týdningin av at brúka allan seyðin.

 

Tað er Kvinna sum hevur útgivið bókina, sum er gjørd í samstarvi IRF.

 

Útgávutiltak í Varpinum

Útgávan av bókini verður hátíðarhildin mánakvøldið 6. oktober kl. 20.00 í Varpinum í Klaksvík, har Kvinna og IRF bjóða til eitt hugnaligt kvøld við sofaprátum, spennandi smakkroyndum úr bókini og einum góðum kaffimunni. Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Hvar fæst bókin?

Tað sum eftir er fæst longu nú á kvinna.fo og í hesum bókahandlum:

  • Rit & Rák og H. N. Jacobsens Bókahandil, Tórshavn
  • Bókabúðin, Saltangará
  • Tangabúðin, Tvøroyri
  • El-in og Visit North, Klaksvík