Tilmælt verður nú øllum at taka D-vitamin ískoyti um veturin
Tíðindi

Tilmælt verður nú øllum at taka D-vitamin ískoyti um veturin

Danska matvørustýrið kom í morgun við nýggjum tilráðingum um D-vitamin ískoyti.
Eftir: Tóra Effersøe Mortensen / Myndir Veitari 21.12.2020

Danska matvørustýrið hevur í morgun kunngjørt nýggja tilráðing um D-vitamnir.

Matvørustýrið viðmælir, at øll børn yvir 4 ár, og øll vaksin skulu taka D-vitaminir sum ískoyti í vetrarhálvuni - frá oktober til apríl. Harafturat mælir matvørustýrið nú foreldrum at geva børnum upp til 4 ár ískoyti av D-vitaminum alt árið, og ikki bert upp til 2 ára aldur, sum tilmælt hevur verið.

Tilráðingin kemur eftir, at Kræftens Bekæmpelse í 2018 hevur gjørt eina kanning, sum vísir, at fimti hvør, sum ikki tekur vitaminískoyti, hevur trot av D-vitaminum um várið, Tað er um várið, eftir ein langa myrkan vetur uttan stórvegis sól, at trotið av D-vitaminum er størst.

Mælt verður til, at vaksin og børn frá 4 ára aldri taka D-vitamin ískoyti á 5-10 μg í vetrarhálvuni.

10 møgulig tekin um D-vitamin trot

Trot á D-vitaminum kann eitt nú elva til, at beinagrind og vøddar vikna. D-vitamin er eisini sera týðandi fyri, at kroppurin upptekur kalcium í tarmunum.

Her eru tíggju møgulig tekin um D-vitamin trot.

  1. Tú verður ofta sjúk.
  2. Tú ert troytt við meira troytt oman á.
  3. Tú hevur ilt í rygginum ella lendunum.
  4. Tú hevur ilt í beinagrindini.
  5. Tú hevur sár, sum ikki vilja lekja.
  6. Tú missir meira hár enn vanligt.
  7. Títt lag er ikki lætt at stýra.
  8. Tú kennir teg veika.
  9. Tú minnist illa.
  10. Tú hevur ofta høvuðpínu.

Matur við D-vitamin

  1. Livur
  2. Laksur
  3. Àllur
  4. Roykt toskarogn
  5. Síl
  6. Egg (eggjablomma)
  7. Mjólkarvørur td. smør og mjólk
  8. Oksakjøt og grísakjøt
  9. Høsnarungalør
  10. Svampar

Kelda: Apotekeren.dk