Tilnevningarnar til FMA avdúkaðar
Tíðindi
Tilnevningarnar til FMA avdúkaðar
11. mars verður tiltakið Faroese Music Awards (FMA), har bestu avrikini í føroyskum tónleiki farna árið verða heiðrað, og í dag eru tilnevningarnar avdúkaðar
Eftir: Kvinnu 02.03.2023

11. mars verður tiltakið Faroese Music Awards (FMA), har bestu avrikini í føroyskum tónleiki farna árið verða heiðrað, og í dag eru tilnevningarnar avdúkaðar. Tað eru 10 ymiskar virðislønir, og av teimum 10 eru tað 7 virðislønir, sum hava tilnevningar.

Tey tilnevndu eru:

Ársins útgáva:
1. Ivaveður - Vágaverk
2. Gult Myrkur - Gurðrið Hansdóttir
3. Can't Hate Myself Into Different Shapes - Brimheim
4. For The Blue Sky - Frum
5. If I made you cry, I'm sorry - Lea Kampmann

Ársins Lag:
1. Síggja av Nýggjum - Marius Ziska
2. Send Mær Meira Pengar - RSP
3. Ballast Millum Maðkar - Æðrarsoppar
4. I Should Have Known Better – Tamara
5. Spotlight – Ester

Ársins Kompositión:
Kári Jackobsen - Vælsignaðir Barnaskógvar
Madsen & Egilstrøð - Beinta: Departure
Klingra - Eitt minnið
Yggdrasil - "Ichski" á Timint Areh
Oddur Joensen - Jazzmanian devil

Ársins útgáva/konsert:
Beinta - Madsen & Egilstrøð
Akkordeon og Violin - Anna & Angelika
In a Field - Eli Tausen á Lava
Ælaveður - Pauli í Sandagerði
Klaverkonsert - Kristian Blak

Ársins spíri:
RSP
Aðrasoppar
Ari Hammer Joensen
Eyði Højsted Horsdag
Ikai

Tekstur:
Útgávan Rangvør eftir Biritu, Urd og Kára tekstir eftir Urd Johannesen.
Útgávan Gult Myrkur eftir Guðrið Hansdóttur. Tekstir eftir Lív Mariu Róadóttur Jæger
Útgávan Vera eftir Elinborg. Tekstir eftir Elinborg.

Visuellur samleiki:
Riley
Einangran
Joe and the shitboys

Virðislønir, sum ikki hava tilnevningar, eru: Eksport, Tónleikaheiður og Áhoyraravirðislønin. Hesi verða avdúkaði á FMA tann 11. mars í Norðurlandahúsinum.

FMA verður sent beinleiðis í sjónvarpinum og við nøkrum av Føroya fremstu tónleikarum á palli. Tiltakið er í ár fyri innbodnum gestum.

Hetta er tíggjunda árið á rað, at skipað verður fyri FMA, har føroyskur tónleikur verður fagnaður við livandi tónleiki og virðislønahandanum. Fyri fyrstu ferð er tað Tónleikasamband Føroya, sum skipar fyri tiltakinum, og Kringvarp Føroya, Norðurlandahúsið og Miðlahúsið eru samstarvsfelagar.