
Fá íblástur til bøkur, tú kanst lesa um tað at eldast.
Vit hava valt tríggjar her, sum viðgera ymisk viðurskifti um tað at gerast eldri.
Skøn midt i livet/Jeanette Sigsgaard
Lívsstílur, rørsla, vælvera og yvirskot
Bók til kvinnur 45+, sum leita eftir íblástri til at broyta lívsstíl og ynskja sær meira rørslu, vælveru og yvirskot. Bókin er býtt upp í eina 12 vikurs venjingarætlan, har hvør vika leggur dent á okkurt evni, sum t.d. strongd, svøvn og kvinnuligheit.
Senior og selvstændig - Tag hul på dit 3. arbejdsliv/Abelone Glahn
Eldri sum sjálvstøðug vinnurekandi
Í bókini fært tú íblástur og góð ráð frá 15 eldri fólkum, sum øll hava funnið ein nýggjan pall í arbeiðslívinum sum sjálvstøðug vinnurekandi.
Gør dig klar til et godt seniorliv!/Ole Münster
Vegleiðing og íblástur til komandi pensjónistar
Hvussu fært tú eitt gott og lagaligt skifti frá arbeiðslívi til pensjónistalív? Hvussu kemur tú í gongd við ítriv, sum geva lívinum innihald, tá tú ert farin av arbeiðsmarknaðinum? Hendan bókin svarar hesum og nógvum øðrum spurningum.
Allar bøkur eru til láns á Býarbókasavninum í Havn.