Trom fær nógvar stjørnur frá føroyingum
Tíðindi

Trom fær nógvar stjørnur frá føroyingum

Vit hava verið ein túr á gøtuni og spurt, hvat føroyingum dáma Trom?
Eftir: Vár Jacobsen 15.02.2022
Rósa, 22 ár

Hevur tú sæð Trom? 

Eg havi bert sæð ein part, men inntil víðari tykist hon ordiliga góð og áhugaverd.

Er nakað leikaraavrik, ið tú hevur hug til at taka fram? 

Mær dámdi serliga væl Helenu Heðinsdóttir í leiklutinum sum Sonja á Heyggi. Tað er so spennandi at síggja føroyingar leika.

Hvussu dámar tær Ulrich Thomsen í leiklutinum sum Hannis Martinsson?

Eg haldi, at Ulrich spælir væl og tykist sera loyndarfullur. Eg gleði meg at síggja hann í komandi pørtunum.

Kennir tú teg sum føroying aftur í røðini?

Ja, har var ymiskt, sum eg væl kendi meg aftur í - til dømis staðsetingarnar.

Hvussu nógvar stjørnur gevur tú røðini?

Eg gevi røðini 4 stjørnur fyri fyrst, nú eg ikki havi sæð allar partarnar enn.

/////////////////////////////////////////////////

Marianna, 28 ár

Hevur tú sæð Trom?

Eg havi sæð allar seks partarnar, og mær dámdi hana ordiliga væl.

Er nakað leikaraavrik, ið tú hevur hug til at taka fram? 

Eg haldi, at Sissal Drews Hjaltalin kláraði seg ordiliga væl í leiklutinum sum Jenny Mikkelsen. Olaf Johannesen spældi eisini stak væl - hann yvirraskar ferð eftir ferð.

Hvussu dámar tær Ulrich Thomsen í leiklutinum sum Hannis Martinsson?

Hann hóskaði sera væl til júst hendan leiklutin.

Kennir tú teg sum føroying aftur í røðini?

Ja, tað er stuttligt, at ein kennir støðini aftur í røðini.

Hvussu nógvar stjørnur gevur tú røðini?

Heilt sikkurt 5 stjørnur frá mær.

/////////////////////////////////////////////////



Barbara, 46 ár

Hevur tú sæð Trom?

Mær dámdi røðina heilt óalmindiliga væl. Eg havi sæð allar partarnar uttan síðsta partin, og eigi tíbetur endan tilgóðar.

Er nakað leikaraavrik, ið tú hevur hug til at taka fram? 

Mær dámar serstakliga væl bilsmiðin, ið verður nevndur Bergur - hann imponerar veruliga! Torkil Torgarð eigur hendan leiklutin, og hann er ein ungur leikari, sum eg haldi er á veg uppeftir.

Hvussu dámar tær Ulrich Thomsen í leiklutinum sum Hannis Martinsson?

Eg havi lisið allar bøkurnar hjá Jógvani Isaksen, og haldi, at Ulrich hóskar seg sera væl til júst henda leiklutin.

Kennir tú teg sum føroying aftur í røðini?

Heilt vist. Eg stúrdi eitt sindur fyri samanspælinum millum føroyska og danska málið, men tað tykist ordiliga natúrligt, at tað verður snakkað á donskum, og føroyingarnir svara aftur á føroyskum.

Hvussu nógvar stjørnur gevur tú røðini?

5 stjørnur - einki ivamál.

/////////////////////////////////////////////////




Viðkomandi greinar