Útbúgving er lykilin til eitt gott lív
Tíðindi
Útbúgving er lykilin til eitt gott lív
– Eg veit, hvat tað er at stríðast fyri mínum rættindum. Sjálv slapp eg ikki í skúla, tí tað var einki fyri gentur. Men eg treiskaðist, sigur Rose Alemayehu Poulsen, sum er uppvaksin í Etiopia, men er búsitandi við Ljósá. Útbúgving er lykilin til eitt gott lív, og tí vil hon fegin stuðla UNICEF við at vera heimsforeldur.
Eftir: Eilen Anthoniussen / Mynd Klara Johannesen / Lýsingagrein gjørd í samstarvi við UNICEF 19.02.2021

Í lítlu bygdini Ljósá í Sundalagnum hevur Rose Alemayehu Poulsen vælumtóktu matstovuna Rose’s. Tað eru ikki nógv, ið høvdu valt at lata upp matstovu á einum so fjarskotnum staði við so fáum íbúgvum sum Ljósá, men Rose er heldur ikki ein, sum fylgir streyminum. Hon kemur upprunaliga úr eini lítlari bygd í Etiopia, har hon er uppvaksin á einum bóndagarði.

– Eg varð uppald til at finna mær ein mann og at fáa børn. Eg slapp ikki í skúla, tí tað var einki fyri gentur. Mínir eldru brøður gingu í heimaskúla, og teir lærdu mínar yngru beiggjar, men ikki meg.

Men Rose lurtaði væl eftir, meðan beiggjarnir gingu í skúla heima, og tá teir sóu, at hon hevði lært meir enn yngru beiggjarnir bert við at sita og lurta, søgdu teir við foreldrini, at tey máttu senda Rose í skúla.

– Tey søgdu kortanei. Tey elskaðu meg, og tey høvdu pengarnar, men mentanin var tá, at gentur ikki skuldu hava útbúgving. Míni foreldur vóru kend í økinum, har vit búðu, og tey ynsktu ikki at verða sett í samband við gølusøgur, sum tað hevði verið, um tey sendu meg í skúla.

Eg slapp ikki í skúla, tí tað var einki fyri gentur. Mínir eldru brøður gingu í heimaskúla, og teir lærdu mínar yngru beiggjar, men ikki meg.

Hevði eg verið ein drongur

Rose slapp ikki við hinum í skúla, tá hon fekk aldur til tað. Men hon var treisk og júkaði læraran um at sleppa, og sum 7 ára gomul fór hon í skúla ímóti viljanum hjá foreldrunum. Hon kláraði seg væl og fekk skjótt eldru beiggarnar aftur. Tað var ikki lætt fyri familjuna, at hon kláraði seg so væl, tí hon kláraði seg væl í øllum, í ítrótti, tónleiki, kappingum av ymsum slagi, og tað var jú einki fyri gentur. Tað var ikki soleiðis, gentur skuldu uppalast.

– Lærararnir vóru ernir av mær, men tað vóru míni foreldur ikki. Eg bardi meg úr mentanini, sum royndi at steðga mær í at sleppa í skúla og at fylgjast við dreingjunum. Pápi mín segði einaferð, at hann var errin av mær, men at hann hevði ynskt, at eg var ein drongur.

Rose er uppvaksin við seks systkjum, og við at treiskast við at fara í skúla læt hon hurðina til skúlan upp fyri sínum yngru systkjum. Og hon gavst ikki við fólkaskúlanum.

– Flestu vinkonur mínar vórðu giftar og fingu børn eftir high school. Eg vildi sleppa víðari í skúla, og eg slapp inn á universitetið, sum als ikki var lætt. Tá var kynsbýtið millum tey lesandi uml 70/30. Nú er tað til alla lukku broytt í takt við, at javnstøðustríðið hevur tikið nøkur týdningarmikil tøk, og Etiopia hevur fingið sín fyrsta kvinnuliga ráðharra o.s.fr.

Í fongsul fyri at mótmæla

Etiopia telist millum heimsins fátækastu lond, og landið hevur verið merkt av borgarakríggi upp gjøgnum 1970 árini og fram til 1990 árini. Rose kemur frá eini hart arbeiðandi familju, ið altíð hevði klárað seg væl, men tá hon var liðugt útbúgvin, var borgarakríggj framvegis í landinum, sum førdi til, at jørðin varð tikin frá pápa hennara, og beiggi hennara varð dripin. Tað hevði verið ófriðarligt í nógv ár, og sjálv fór hon í fongsul sum 12 ára gomul.

– Eg kom í fongsul, tí eg stríddist móti øllum, sum kúgaði kvinnur og gentur. Tá eg so varð liðugt útbúgvin, var tað vorðið trupult at fáa arbeiði. Yvirhøvur var einki lætt, um tú ikki hoyrdi til rætta fólkaslagið. So eg flutti til Bahrain fyri at arbeiða og kom at arbeiða fyri eina kvinnu, sum bleiv sum ein mamma fyri meg.

Tað var eisini í Bahrain, at hon hitti mannin, sum førdi hana til Føroya. Tey giftust í 2005 og fluttu til Kýpros, har tey høvdu ætlanir um at byggja eitt lív upp saman. Men tá tað búskaparliga fór at ganga skeiva vegin, broyttu tey ætlanir og komu til Føroya í staðin. Fyrst arbeiddi hon sum vaskikona ymsastaðni í Havn, og hon er takksom fyri, at hon varð væl móttikin allastaðni, har hon kom. Men hon vildi eisini sleppa at royna sítt egna flog. Tá hon hevði verið í Føroyum í eina tíð, valdi hon at flyta til Seattle fyri at taka eina útbúgving innan matvøruframleiðslu.

– Eg havi altíð havt dreymar. Mær hevur altíð dámt væl at selja og at taka ímóti fólki. Heilt frá eg var heilt lítil, fór eg sjálv á marknaðin at selja grønmeti fyri familjuna. Eg havi havt nógv størv, og eg havi gjørt mat til nógv fólk í mínum lívi. Og so fór eg at hugsa, at um onnur kunnu, hví kann eg so ikki?

Tað gekk væl á amerikanska skúlanum í Seattle, og tá hon ikki sjálv var til undirvísing, hjálpti hon øðrum lesandi. Hon sá onnur hava trupult við at fóta sær orsakað av mentanarligu ella málsligu mununum og tók sær tíð til at hjálpa teimum á veg, so tey kundu fullføra sína útbúgving.

– Eg hevði onki lív havt uttan útbúgving. Útbúgving er eisini útsýni fyri at skilja verðina. Verðin broytist, og tú noyðist at fylgja við. Tí taki eg virðið av útbúgving í størsta álvara.

Her havi eg funnið frið

– Eg veit, hvat tað er at stríðast fyri rættindum, og eg havi lært, at um tú ert væl útbúgvin, klárar tú at standa ímóti øllum. Tí valdi eg eisini at stuðla UNICEF, tá eg hoyrdi, at eg við at stuðla UNICEF kundi tryggja gentum í fátæksligum støðum skúlagongd, so tær kunnu fáa eina framtíð.

Sjálv fekk hon ikki stuðul umvegis hjálparfelagsskapir, tá hon sum barn búði í Etiopia, men hon hevur ikki gloymt sítt stríð fyri at sleppa í skúla og at halda fram at útbúgva seg, sum als ikki var nøkur sjálvfylgja.

– Eg fekk ikki stuðul, tí vit høvdu ikki tørv á tí. Men eg havi sterkar kenslur fyri, at gentur skulu hava útbúgving. Tað eru nógvar familjur í londum sum Etiopia, ið ikki hava ráð ella umstøður til at senda børn í skúla. Og tað kostar mær so lítið at gera ein so stóran mun fyri eitt ella fleiri onnur børn. Við at lata ta upphæddina, tú brúkar upp á ein kopp av kaffi, kanst tú broyta eina heila verð fyri eitt annað barn. Um vit øll lótu eitt sindur, kundu øll fingið eitt gott lív.

Rose varð liðug við sína útbúgving í Seattle í 2015, og tað gekk ikki long tíð, áðrenn hon fór í holt við at leita sær eftir hølum til sína fyrstu matstovu. Úrslitið var, at hon læt matstovu við vælumtóktari matskrá upp skamt frá heiminum hjá henni og manninum við Ljósá.

– Eg fari ongantíð at arbeiða fyri onnur aftur. Mær dámar væl at hava beinleiðis samband við kundar og at tosa við tey um, hvat teimum dámar og ikki. Eg eri øgiliga, øgiliga takksom fyri mína matstovu. Her koma kendir politikarar, bæði føroyingar og útlendskir, og onnur kend fólk koma á gátt, og tú sært ikki mun. Í Føroyum havi eg fingið frið í hjartað. Her eru øll líka.

FAKTA:

  • Síðani 2000 er talið av børnum, ið ikki sleppa í skúla, fallið frá 100 milliónum til 59 milliónir í 2020. Tíverri er góða gongdin uppsteðgað seinastu árini.
  • Fátækradømi er størsta orsøkin til, at børn kring heimin ikki sleppa í skúla.
  • Orsakað av kríggi eru 27 milliónir børn tikin úr skúlum og liva í staðin sum flóttar.
  • 617 milliónir børn og ung um allan heim læra ikki grundleggjandi førleikarnar at lesa og rokna.
  • Fyri 220 krónur um mánaðin kanst tú stuðla 9 børnum við einari skúlatasku.

Á unicef.fo kanst tú gerast heimsforeldur og síggja, hvussu tú kanst stuðla heimsins børnum.