– Útbúgvingin sum skipatstøðingur var mín byrjan upp á dreymin á brúnni úti í verðini
Tíðindi
– Útbúgvingin sum skipatstøðingur var mín byrjan upp á dreymin á brúnni úti í verðini
– Eg ætli mær út í heim at sigla sum skipari – møguliga við farmaskipi ella ferðamannaskipi, sigur 18 ára gamla Rannvá Tausen av Tvøroyri, sum nýliga hevur lokið útbúgvingina sum skipsatstøðari á Sjónámi, og sum nú siglir sum dekkari á vaktar- og bjargingarskipinum, Brimli, har hon er einasta kvinnan umborð
Eftir: Anniku Kunoy Im / Greinin er gjørd í samstarvi við Sjónám 08.06.2023

Síðan ársbyrjan í ár, hevur gerandisdagurin hjá 18 ára gomlu Rannvá Tausen á brúnni á Brimli verið munandi øðrvísi enn gerandisdagurin hjá javnaldrum hennara – men fyri Rannvá, ið leingi miðvíst hevur arbeitt við at gera álvara av dreyminum um eina framtíð á havinum, er hetta einki nýtt. Hon hevur nevniliga júst lokið útbúgving sum skipsatstøðari á Sjónámi, og áðrenn tað sigldi hon við Nærabergi.

– Eg valdi at søkja inn á útbúgvingina sum skipsatstøðari á Sjónámi, meðan eg sigldi. Eg vildi hava breiðari vitan um viðurskiftini umborð á skipum og veruliga finna útav, um hetta var rætta leiðin fyri meg.

Fólk hyggja øgiligt, tá eg fortelji, at eg eri farin til skips, men tað er bara stuttligt. Eg var eisini dekkari umborð á Smyrli í eitt hálvt ár. Hvørja ferð eg fór út á dekkið, hugdu øll at mær, so eg eri von við tað

– Mær dámdi væl á Sjónámi, tí eg lærdi nógv um, hvat arbeiði verður gjørt umborð, og so fekk eg fleiri skeið eisini. Eg var eisini so heppin at sleppa við á eina ráðstevnu í Grønlandi saman við tveimum øðrum næmingum, har vit tóku trygdarskeið og svumu á sjónum har. Tað var ein stór uppliving, sigur Rannvá Tausen, nú vit sita í messuni umborð á Brimli millum brúgva- og deksvaktirnar hjá henni.

Ein gerandisdagur umborð

Hevur tú hug til eina framtíð á brúnni, er útbúgvingin sum skipsatstøðari eitt gott stað at byrja. Útbúgvingin tekur eitt ár, og næmingar, ið hava staðið fráfaringarroynd fólkaskúlans, kunnu takast upp. Sjónám bjóðar út útbúgving sum skipsatstøðari árliga. At útbúgvingin verður boðin út er treytað av, at nóg nógv tekna seg.

Ein slík útbúgving mennir og styrkir alskyns førleikar hjá tí lesandi. Millum annað veksur kunnleikin um at byggja skip, at innrætta, maskinarí og aðra útgerð, umframt til tey siglingarfrøðiligu og maskinteknisku økini umborð á skipi. Næmingurin fær eina fatan av, hvussu týdningarmikil góð røkt er umborð og kennir til vágar á ymiskum skipasløgum, hugtøk og ábøtur og menning av mannagongdum og arbeiðsgongdum og kann útinna viðlíkahaldsarbeiði og umvælingararbeiði umborð og mangt annað. Alt týðandi lærdómur, áðrenn sjøtul verður settur á siglingartíðina.

Tá Rannvá var liðug við útbúgvingina og sá, at vaktar- og bjargingarskipið, Brimil, søkti eftir dekkarum, valdi hon at søkja starvið, tí tað ljóðaði ómetaliga spennandi.

– Eg vildi fegin fáa fleiri royndir á dekkinum og tvey ára siglingartíðina, sum eg skal hava, fyri at fara víðari á míni útbúgvingarleið.

– Umborð á Brimli geri eg ymiskt á átta tíma brúgvavaktunum og fýra tíma deksvaktunum. Millum annað leggi eg at, fari frá og geri ymiskt viðlíkahaldsarbeiði av maskinarínum.

Útbúgvingin sum skipsatstøðari var mín byrjan upp á dreymin á brúnni úti í verðini. Eg havi nevniliga ætlanir um at lesa víðari til skipara og síðani skipsførara

– Útbúgvingin sum skipatstøðingur var mín byrjan upp á dreymin á brúnni úti í verðini. Eg havi nevniliga ætlanir um at lesa víðari til skipara og síðani skipsførara, eftir at mín siglingartíð á Brimli er av um knøpp tvey ár, sigur Rannvá Tausen avgjørd.

Ein kvinna til skips
Rannvá er einasta kvinnan umborð á Brimli, og eg klári ikki at halda mær og má spyrja hana, hvussu tað er.

– Tað er fínt. Teir eru fínir, flennir hon.

– Fólk hyggja øgiligt, tá eg fortelji, at eg eri farin til skips, men tað er bara stuttligt. Eg var eisini dekkari umborð á Smyrli í eitt hálvt ár. Hvørja ferð eg fór út á dekkið, hugdu øll at mær, so eg eri von við tað, sigur Rannvá, sum í veruleikanum leingi hevur havt dreymin um sjólívið. Hon er úr eini familju, har fleiri arbeiða á sjónum, og hon hevur altíð hildið, at tað er spennandi og henni dámar væl arbeiðið umborð á Brimli, har tey sigla kring oyggjarnar og hjálpa, har tørvur er á tí.

Freistin at søkja er 1. juli.

– Allar mínar vinkonur eru farnar á Miðnám, so eg havi valt eina øðrvísi leið. Tað hevur eisini merkt, at eg havi verið nógv burtur. Fyrst fór eg jú á Sjónám í Klaksvík í eitt ár, og nú sigli eg við Brimli, har eg eri burtur í tvær vikur og heima í tvær vikur.

– Eg vil fegin viðmæla øðrum kvinnum at velja sjólívið. Tað er ógvuliga stuttligt arbeiði – men eg skilji væl, at tað kann gerast trupult seinni í lívinum, tá familja og annað verður aktuelt.

– Abbi mín var skipari, og eg havi tosað nógv við hann um starvið. Eg má arbeiða meg upp til brúnna, men eg ætli mær út í heim at sigla sum skipari – møguliga við farmaskipi ella ferðamannaskipi.

Ein útbúgving, ið letur upp dyr til sjólívið

Freistin at søkja er 1. juli

Saman við 15 mánaða siglingartíð letur útbúgvingin sum skipsatstøðari dyrnar upp til framhaldandi lestur til skipara. Útbúgving sum skipsatstøðari við dugnaskaparroynd og 3 mánaða siglingartíð gevur rætt til at vera stýrimaður á ávísum handilsskipum. Hevur ein so útbúgving, dugnaskaparroynd og tríggjar mánaða siglingartíð við havgangandi skipum, kann ein gerast skipari og stýrimaður umborð á ávísum fiskiskipum.

Les meira á sjonam.fo




Viðkomandi greinar