
Vit gleða okkum til Kvinnurenningina leygardagin, og vóna sjálvandi, at veðrið eisini verður ein viðspælari.
Veðurforsøgnin sigur smáskýggjað ella skýggjað við regni ella ælaveðri. Eisini fáa vit eitt frískt lot til frískan vind sunnan og av útsynningi, 5 til 10 m/s, eitt skifti upp í ein strúk, 13 m/s. Hitin verður millum 7 til 12 stig.
Vit hava ringt til veðurkøna Hanus Kjølbro, sum veit at siga okkum, at hóast tað fer at regna leygarnáttina, sær tað út til, at regnið fer at minka fyrrapartin leygardagin - hóast tað er torført at siga, júst nær veðrið batnar, sær út til, at regnið hevur hug at sleppa frá middegi og úteftir, sigur hann.
Vit vóna enn, at sólin kagar fram, tá vit allar fara avstað kl. 15 leygardagin, men sama hvussu veðrið verður, verður hýrurin góður! :)
Hevur tú hug at vera við? Melda til her