Í dag, tann 25. novembur, er altjóða dagur ímóti harðskapi ímóti kvinnum. Heili 35% av øllum kvinnum eru fyri harðskapi minst eina ferð í lívinum, og talan kann vera um ymisk sløg av harðskapi, tí skilt verður ímillum sjey ymisk sløg: Talgildan harðskap, kropsligan harðskap, materiellan harðskap, sálarligan harðskap, kynsligan harðskap, fíggjarligan harðskap og tráelting (stalking). Á hesum degi verður hvørt ár varpað ljós á harðskap ímóti kvinnum, og í ár verður serligt ljós varpað á fíggjarligan harðskap. Fyrr í ár varð sálarligur harðskapur kriminaliseraður í Føroyum, og av tí at hesi liggja nær at hvør øðrum, verður sjóneykan í dag løgd á fíggjarligan harðskap.
Hvat er fíggjarligur harðskapur?
Fíggjarligur harðskapur sæst sum oftast aftur í parløgum, og vísir seg at vera ein háttur hjá øðrum persóninum at ráða yvir, stýra og at avmarka atgongd hjá hinum persóninum til síni fíggjarligu viðurskifti. Hetta kann bæði vísa seg sum, at tann eini persónurin fær avmarkað innlit í fíggjarstøðuna í familjuni, avmarkaða atgongd til ognir ella ikki verður inndrigin í fíggjarligar upplýsingar. Tann eini persónurin misnýtir hin persónin fíggjarliga ella tekur fíggjarliga frælsi frá hinum persóninum.
Fíggjarligur harðskapur kann bæði fara fram í parlagnum, um tann eini ætlar sær burtur úr tí, ella tá tann eini er farin úr parlagnum. Fíggjarligur harðskapur er ein av størstu orsøkunum til, at eitt offur verður verandi í parlagnum ella vendir aftur til parlagið, tí ein hevur mist sítt fíggjarliga frælsi og tískil er fangaður í parlagnum.
Fíggjarligur harðskapur kemur oftast fyri saman við øðrum sløgum av harðskapi og liggur nær at sálarligum harðskapi. Tey flestu, ið eru út fyri hesum slagi av harðskapi, ivast nevniliga ofta í, hvørs tað er sálarligum ella fíggjarligum harðskapi, tey hava verið úti fyri.
Eyðkennini fyri fíggjarligan harðskap kunnu millum annað vera:
- At tann eini hevur eftirlit við, stýrir ella misnýtir samleika, pening, kontur ella fíggjarlig viðurskifti hjá hinum persóninum
- At seta ein annan persón í skuld við tvingsli, ella uttan, at persónurin veit av
- At nokta einum persóni møguleikan at vinna egnan pening
- At tvinga ein persón til at avhenda sín egna vunna penin
- At tvinga ein persón til at geva okkurt afturfyri fyri at fáa atgongd til egnan pening
Í sambandi við altjóða dagin, hevur í dag verið ókeypis og alment tiltak í Smæruni í Havn, sum Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið og Sig Frá skipa fyri. Evnið er nevniliga Fíggjarligur harðskapur, og á skránni er ein persónlig frásøgn, har ein kvinna greiðir frá síni uppliving at liva í einum parlagi við fíggjarligum harðskapi, og hvussu hetta hevur ávirkað hennara lív. Umframt persónligu frásøgnina, eru fakligar framløgur av ymiskum slagi.
GG! Kennir tú onkra, sum er fyri harðskapi, ella ert tú sjálv fyri harðskapi, ring so til Kvinnuhúsið á tel. 31 72 00, og fá ráðgeving og kunning um, hvussu tú ber teg at. Kvinnuhúsið svarar alt samdøgrið.

Keldur: Kvinnuhúsið, Sig Frá - Almanna- og Heilsumálaráðið, National Network To End Domestic Violence (nnedv.org), Danner (danner.dk) og Sameindu Tjóðir (globalis.dk)