Vel eina kvinnu – tað ger mun
Tíðindi
Vel eina kvinnu – tað ger mun
Føroyar eru framvegis eitt rættiliga patriarkalskt samfelag, og menn velja í stóran mun menn, og kvinnur velja eisini í stóran mun menn, vísir nýggjasta Gallup-kanningin, sum Demokratia hevur latið gjørt.
Eftir: Annika Kunoy Im / Gjørt í samstarvi við Demokratia 02.12.2022

Til seinasta løgtingsval í 2019 fingu kvinnurnar bert 34 prosent av atkvøðunum og bert átta kvinnur vórðu valdar inn, og í seinastu tingsetu var ein og síðani eingin kvinna í landsstýrinum.

– Eitt sunt fólkaræði hevur eitt lóggávuting, ið endurspeglar fólkið. Umboðanin verður skeiklað, tá bert 30 prosent av tingfólkunum eru kvinnur – nevniliga tí helmingurin av føroyingum eru kvinnur. Gransking vísir, at hevur tú eitt mál, ið skal loysast, er tað ein fyrimunur at hava so breiða umboðan sum gjørligt – fleiri og ymisk hugskot geva betri loysnir. Soleiðis er tað eisini í løgtinginum. Líkjast politikarar ov nógv, hugsa teir ov eins. Tað tænir fólkaræðinum at fáa fleiri kvinnur inn í løgtingið, sigur Brandur Mortensen Nolsøe, sosiologur og samskipari á Javnstøðuskrivstovuni.

Vit mugu broyta siðbundnu, internaliseraðu myndina av, hvussu ein politikari sær út, so vit hyggja at førleikunum, valevnini hava, og ikki bara velja ein mann, tí tað eru vit von við

– Javnstøða á vallistunum tryggjar á ongan hátt javnstøðu á tingi ella í tingarbeiðinum. Um vit hyggja eftir, hvussu okkara samfelag er skipað í dag, og hvørjar avbjóðingar vit hava, so er týðiligt, at her mangla sjónarmið frá kvinnunum, sum hava eyga fyri øðrum økjum og tørvum í mun til nógvar fólkavaldar menn. Tað kann hugsast, at størri kvinnuumboðan á tingi fer at føra til, at størri faklig vitan um eitt nú umsorgarnarøkið ger seg galdandi í tingarbeiðnum. Skal samfelagið broytast, so tað gagnar øðrum økjum og samfelagsbólkum, sum eru væl umboðað í dag, tørvar løgtinginum størri ymiskleika - eitt nú við størri kvinnuumboðan, sigur Kristina Gry Berg, forkvinna í Demokratia.

– Skal fokusið í løgtinginum broytast – tey málini, sum arbeitt verður við, og hvussu tey verða viðgjørd – má okkurt grundleggjandi broytast. Tað nyttar lítið, at eitt fátal av kvinnum situr á tingi ella í landsstýrinum, tí so fáa tær ikki gjørt sína ávirkan galdandi. So noyðast tær at arbeiða innanfyri ta mentan og tann valdsstruktur, sum longu er galdandi. Gott hevði verið at fingið eina størri fjøld av empatiskum kvinnum inn, sum hava fakliga vitan og stóran áhuga fyri øðrum økjum enn teimum, sum fáa alla umrøðuna í dag. Tí tá kvinnurnar samanlagt umboða undir ein triðing av tinglimunum, hava tær als ikki nóg stóra ávirkan á eitt so mansdominerað system sum til dømis løgtingið er, sigur hon.

Uppstillingarlistarnir til løgtingsvalið geva okkum eina skeiklaða mynd av, hvussu politiska javnstøðan hevur tað í dag, og tí er tað umráðandi, at vit framhaldandi tosa um og leggja dent á javnstøðu.

Hóast vit nærkast javnstøðu á uppstillingarlistunum hjá politisku flokkunum, merkir tað ikki í sjálvum sær, at vit nú hava javnstøðu.

– Tað er positivt, at vit hava fleiri góðar kvinnur at velja ímillum – so vit fáa tikið eina skikkaða avgerð, tá krossurin skal setast 8. desember, men jøvn umboðan á listunum er eitt minimumskrav og merkir als ikki, at vit nú hava javnstøðu á politiska pallinum, sigur Kristina Gry Berg..

– Vit mugu ikki lata okkum lumpa av, at tað nú er lutfalsliga jøvn umboðan á vallistunum, og uppstillaðu kvinnurnar til fólkatingsvalið fingu lutfalsliga nógvar atkvøður. Kvinnurnar mugu eisini veljast inn í løgtingið og mugu sleppa at brúka sínar førleikar og gera sína ávirkan galdandi í tungu nevndunum har og í landsstýrinum.

– Tað er ofta stór kapping um tungu nevndarsessirnar, og veruleikin er, at skal ein kvinna sleppa framat, má ein maður bakka. Og vit eru ikki komin hartil, at vit merkja, at teir eru sinnaðir at bakka, leggur hon aftrat.

 

Kristina Gry Berg, forkvinna í Demokratia og Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari á Javnstøðuskrivstovuni

Okkara atkvøða er umráðandi
Í nýggjastu Gallup-kanningini, sum Demokratia hevur latið gjørt, siga 11% av monnunum og 39% av kvinnunum, at tey hava ætlanir um at atkvøða fyri einari kvinnu til løgtingsvalið 8. desember. 35% av monnunum og 27% av kvinnunum ætla at atkvøða fyri einum manni. 54% av monnunum og 34% av kvinnunum hava ikki tikið støðu til hendan spurningin.

– Føroyar eru framvegis eitt rættiliga patriarkalskt samfelag, og menn velja í stóran mun menn, og kvinnur í velja eisini í stóran mun menn, sigur forkvinnan í Demokratia.

Veljarin má raðfesta at velja nýggjar røddir inn. Tí velja vit tað sama, fáa vit tað sama

Hóast Gallup kanningin vísir, at bert 39% av kvinnum og 11% av monnum hava ætlanir um at velja eina kvinnu 8. desember, vísti kanningin eisini, at sera stór ónøgd var við kynsbýtinum í fráfarandi løgtingi og landsstýri. Fyri løgtingi og landsstýri hildu ávikavíst 66% og 88% ikki, at umboðanin var nøktandi. Harav hildu 87% av kvinnuligu og heili 75% av mannligu respondentunum, at kynsumboðanin í landsstýrinum ikki var nøktandi.

– Vit mugu broyta siðbundnu, internaliseraðu myndina av, hvussu ein politikari sær út, so vit hyggja at førleikunum, valevnini hava, og ikki bara velja ein mann, tí tað eru vit von við, leggur Kristina Gry Berg aftrat.

– Fólkatingsvalið var ikki eitt undur, ið strukturelt broytti vanarnar hjá veljarunum. Eg eri rættiliga vísur í, at valið ikki økti um talið av monnum, ið nú fara at velja kvinnur. Tí er vandi fyri, at úrslitið av løgtingsvalinum fer at vera ein vátur vøttur frammaná, sigur Brandur Mortensen Nolsøe.

– Sum veljarar mugu vit hava í huga, at vilja vit hava javna kynsumboðan, so mugu vit minnast til, at júst okkara atkvøða er umráðandi. Ynskja vit javnstøðu, mugu vit velja javnstøðu, tí tað er ein hugburðsbroyting, sum skal til, fyri at vit skulu fáa broytingar í samfelagið. 8. desember skal slagið standa, og eg eri bangin fyri, at tað ikki verður eitt gott javnstøðuval 8. desember, og at kjakið um, hvat tað var, sum gekk galið, kemur aftaná, sigur hann.

– ­Tað kann tí gera ein stóran mun at seta krossin við eina kvinnu til løgtingsvalið, og flokkarnir hava allir fleiri skikkaðar kvinnur á listunum, heldur Kristina Gry Berg.

Demokratia vónar, at veljarin vísir, at vit vilja nakað annað, nú vit hava havt eitt landsstýri uttan kvinnur.

– Veljarin má raðfesta at velja nýggjar røddir inn. Tí velja vit tað sama, fáa vit tað sama, siga tey.

Fakta
Demokratia er eitt átak, sum varð sett á stovn í 2006, tí Føroyar hava verið eftirbátur á javnstøðuøkinum. Demokratia virkar fyri at økja um leiklutin hjá kvinnum í politiskum avgerðum, so talið á kvinnum á Løgtingi og í kommunustýrunum økist, og umboðanin samsvarar á leið við umboðanina í hinum Norðurlondum.