Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er av
Tíðindi
Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er av
Semja er skrivað undir í kvøld, tað boðar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar frá.
Eftir: 14.11.2023

Semja er undirskrivað millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Eftir seks vikur drúgva verkfallið skrivaðu Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og Óluvá í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í kvøld undir semju í hølunum hjá Semingsstovninum á Tinghúsvegnum í Havn.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar skrivar, at eftir avtalu við forstjóran í Sjúkrahúsverkinum, skulu allir limir møta, sum vanligt, til arbeiðis frá kl 7.00 í morginárini 15. novembur 2023.

Sambært semjuni, so er talan um ein trý ára sáttmála.  Sáttmálin sæst her!