Við Kærleikskúlini fylgir ynski um frið
Tíðindi
Við Kærleikskúlini fylgir ynski um frið
Á hátíðarløtu í Listasavn Føroya í dag varð nýggja kærleikskúlan hjá Dugna avdúkað
Eftir: Anniku Kunoy Im 29.11.2023

Á hátíðarløtu í Listasavn Føroya í dag varð nýggja kærleikskúlan hjá Dugna avdúkað. Tað er listakvinnan, Súsan í Jákupsstovu sum hevur sniðgivið nýggju kúluna, og hon hevur avmyndað eina bládúgvu á kúluna, og inni í glaskúluni liggja trý lítil fræ.

–  Ófriðurin og kríggið í Ukraina - og nú eisini í Gasa og Ísrael - hevur fylt tankarnar hjá mær. Tað er so óskiljandi, og tað er torført at vita, hvat tú kanst gera við støðuna í heiminum. Eg eg havi eitt ynski um frið, og tað kemur til sjóndar í sniðgevingini av kúluni, sigur Súsan í Jákupsstovu við Kvinnu

Tað eru fleiri, sum brúka hvítu dúgvuna sum súmbol fyri friðardúgvuna, men av tí at hetta er ein heilsan úr Føroyum, vildi Súsan brúka eina føroyska dúgvu. Og tí valdi hon bládúgvuna, sum eigur í holum og urðum um alt landið. Føroyar eru eitt av fáu støðunum í Evropa, har villar bládúgvur eru.

– Eg vóni, at fólk fara at gleðast um kúluna og halda hana vera vakra, men eg vóni eisini at tey, ið ogna sær hana eisini hugsa um frið og um at verja jørðina, sigur hon.

Heiðurin av fyrstu kúluni
Tá Kærleikskúlan verður avdúkað, verður somuleiðis ein serligur heiður sýndur einum persóni ella felagsskapi, sum fær fyrstu kærleikskúluna. Hesin skal á onkran hátt hava verið við til at betra umstøðurnar hjá fólki við skerdum førleikum og hava víst serligt framfýsni og áræði, sum ávirkar virkisøkið hjá Dugna.

Í ár varð Sclerosufelagið heiðrað, og Hallur Thomsen, formaðurin í Sclerosufelagnum fekk fyrstu kærleikskúluna handaða.

Millum hópin av arbeiðsfólkum á Dugna, eru fleiri fólk við sclerosu, og ynskir Dugni við hesum heiðrinum, at stuðla undir tí arbeiði, sum felagið ger fyri at betra um lívsgóðskuna og trivnaðin hjá fólkum í Føroyum við sclerosu.

Um kærleikskúluna
Kærleikskúlan er eitt serligt listarligt átak, har Dugni saman við umboði fyri Listasavn Føroya og landsstýrisfólkinum í Mentamálum velur eitt av Føroya mætastu listafólkum at sniðgeva kúluna. Kærleikskúlan er framleidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið. Hon er munnblást, og tí eru tær allar serstakar og ymiskar – júst sum vit menniskju eru tað.


Hetta er fimtanda árið á rað, at Dugni letur Kærleikskúluna úr hondum.