Nýggja Kvinna er nú á hillunum, og hesa ferð bjóða vit tær inn í eitt heystblað við nærverandi samrøðum, vøkrum býlum, mati, móta, bókum og nógvum góðum íblástri til myrku tíðina, ið er fyri framman.
Serstøku forsíðuna prýða Rannvá og Beinir Troest, og inni í blaðnum kanst tú lesa eina langa og persónliga samrøðu við tey bæði. Um sambandið millum móður og vaksnan son, um barndómin hjá Beini, tónleikin, útlongsulin, einsemið og teir stóru dreymarnar. Og um alt tað, tey bæði hava í felag.
Tá Beinir spælir, stendur tíðin still er ein heit og nærverandi samrøða um at líkjast, loysa takið og tora at droyma stórt.
Við blaðnum fylgir eisini ein serliga vøkur og detaljurík plakat, har vombin á seyðinum er tulkað grafiskt í sterkum bláum og gulum liti. Hon sameinir føroyskan arv, matmentan og moderna grafiska list á ein øðrvísi hátt. Úrslitið er eitt prýði, sum bæði er føroysk, moderna og ordiliga kul at hava hangandi.
Vit hava eisini hitt eldsálina, listamannin og ítróttaráhugaða Jógvan Glerfoss til eina áhugaverda samrøðu.
Heystið er eisini tíðin, har vit eru meira inni og tørvurin at gera tað hugnaligt rundan um okkum vaksur. Í blaðnum hesu ferð vitja vit eitt vakurt, nýumvælt og gjøgnumført býli í Klaksvík heima hja Barbaru Jacobsen og Peturi Sigurðsson. Vit sleppa eisini innum í einum kulum og litfagrum Instagram-býli, har litir, persónligheit og spæligleði sleppa at fylla ordiliga nógv.
Og til tín, sum elskar móta og smálutir, eru fleiri mást hava-síður at blaða í. Har kanst tú droyma teg inn í heystgarderobuna við jakkum, frakkum, bleytum troyggjum og øðrum rákum, sum gera tað eitt sindur stuttligari at lata seg í, tá innfýsna veðrið kemur.
Sum vant hava vit eisini eina lekkra bindiuppskrift við - hesaferð er tað ein víð og vøkur troyggja, ið er bundin við hálvpatent - so tú kanst fara undir eitt hugnaligt heystprojekt! Og í fasta táttinum Sex til sexologin verða spurningar um sex, sambond og intimitet tiknir upp á ein opnan og lættan hátt.
Til myrku kvøldini hava vit savnað íblástur til góðar lesiløtur. Vit vitja ein bókaklubb og fáa innlit í hugnan og felagsskapin rundan um bøkurnar, og í táttinum Mítt lív í bókum fært tú aftur góð bókaviðmæli.
Sjálvandi er eisini nógv gott til góman. Súrepli fáa høvuðsleiklutin í søta køkinum, og vit venda eisini aftur til føroyska heystmatin við uppskriftum, sum hoyra hesi tíðini til, millum annað við hjarta og rullupylsu.
Í blaðnum kanst tú eisini lesa um sólorku og fáa praktiska kunning um orkunýtslu í heiminum. Harumframt fylgir eitt leysablað við, sum er á tremur við góðum ráðum um, hvussu tú kanst spara upp á orkuna heima.
Og droymir tú teg burtur, taka vit teg eisini við til Milano og víðari út í Norðuritalia, har vakrir býir, vøtn, vínøki og fjøll bíða.
Hetta og nógv annað finnur tú í HeystKvinnu, sum er í sølubúðunum nú. Finn tær ein góðan kopp, set teg væl til rættis og njót heystligu løtuna saman við okkum.







