
Bónus+ appin er ein app, sum er fylt við fyrimunum til hvønn einstaka kunda. Tú fært millum annað serligar +prísir, persónligar prísir, frískleikagaranti, talgilt tilboðsbløð og talgildan innkeypslista. Appin er løtt at brúka, tá tú fyrst ert komin í gongd, og fyri at koma í gongd skalt tú taka appina niður í App Store ella Google Play. Stovna ein brúkara og skráset títt gjaldskort, og so fært tú atgongd til allar fyrimunirnar – eisini til eydnuhjólið, har tú hvønn dag hevur møguleika at snara hjólinum og vinna.
Fimm yndisfunkur
Vit hava testað appina í eina lítla viku, og vit hava fimm yndisfunkur, sum vit halda gera mun í tí gerandisliga.
PERSÓNLIGIR +PRÍSIR
Hvønn mánað fært tú persónligar prísir, sum eru skraddaraseymaðir júst til tín. Persónligu prísirnir eru útvaldir eftir tínum innkeypsmynstri, og tað er rættiliga genialt, tí so er tað væl møguligt at ein av teimum vørunum, tú keypir ofta, endiliga fæst til ein betri prís.
FRÍSKLEIKAGARANTI
Um ein frukt ella grøn vøra ikki er sum væntað, kanst tú taka eina mynd av henni í Bónus+ appini og trýsta á “Endurrinda” ovast á viðkomandi kvittan. Tú fært peningin endurrindaðan sum ein virðisseðil, sum tú kanst nýta við at trýsta á “Virkja virðisseðil”. Upphæddin verður sjálvvirkandi drigin frá tínum næsta keypi í tínum Bónus-handli. Hetta er snilt, og vit hava longu brúkt tað til eina avokado, sum skuffaði.
Les meira um Bónus + appina her!
TALGILDUR INNKEYPSLISTI
Tú kanst gera ein innkeypslista í appini, sum tú kanst deila við til dømis makan – genialt. Tú kanst antin senda hann sum eitt avrit ella bjóða til ein felags innkeypslista, har tey eisini kunnu leggja vørur afturat.
TALGILDAR KVITTANIR
Nú sleppur tú undan at leita eftir kvittanini – hon er beint her í appini. Øll innkeyp, sum eru gjørd við gjaldkortinum, sum er knýtt at Bónus+ appini, verða goymd sjálvvirkandi.
RESTIR - LOKALT NIÐURSETTAR VØRUR
Í Bónus+ appini kanst tú síggja allar niðursettar vørur í tínum lokala Bónus-handli, tað er snilt – kanska okkurt er, sum tú skalt brúka just nú. Listin verður dagførdur alla tíð.