Vit standa saman um bróstini í orði og verki
Tíðindi
Vit standa saman um bróstini í orði og verki
Mikumorgunin handaði Kvinna Krabbameinsfelagnum ein kekk á 50.000 krónur, ið skal nýtast til stóra arbeiði tey gera fyri kvinnur, ið hava fingið bróstkrabba.
Eftir: Kvinnu 26.10.2022

Áðrenn vit á redaktiónini fóru undir at gera heyst-Kvinnu, ið nú er á handilshillunum, settu vit okkum í samband við Krabbameinsfelagið. Vit ynsktu at varpa ljós á bróstkrabba, sum tølini siga rakar eina út av 10 kvinnum. Umframt at seta sjóneykuna á bróstkrabba við millum annað persónligu søgunum hjá trimum ymiskum, men sterkum og djørvum kvinnum, vildu vit eisini stuðla søkini. Vit avgjørdu, at ein partur av lýsingasøluni skuldi latast Krabbameinsfelagnum.

Mikumorgunin 26. oktober handaðu vit tí Jancy Gardlykke, forkvinnuni í Krabbameinsfelganum, og Heidi Hvidbro, forkvinnu í bólkinum Bót til Bata, ein kekk á 50.000.

Vit eru sera stoltar av hesum blaðnum, og at vit soleiðis, saman við lýsarum, stuðlum og samstarvsfelugum, eisini fáa stuðlað og gjørt ein mun í stóra arbeiðinum, felagið ger.

Við í blaðnum eru eisini týðandi og sigandi plakatir frá annaðhvørt Rannvá Holm Mortensen ella Gvøðny Áarstein, sum soleiðis eisini hava latið tíð og orku í stuðli til kvinnur og avvarðandi, ið verða rakt.




Viðkomandi greinar