Kvinna søkir eftir lýsingaráðgeva

Trívist tú væl í einum kreativum umhvørvi, har ferðin ofta er høg við nógvum tíðarfreistum? Ert tú ágrýtin, fyrikomandi og tekur ábyrgd? So vóna vit at hoyra frá tær!

UM STARVIÐ
Talan er um farloyvisstarv í eitt ár fyri lýsingaráðgeva/samskipara í barsilsfarloyvi.
Sum lýsingaráðgevi og samskipari á Kvinnu ráðgevur og selur tú lýsingar til kundar. Tað eru lýsingar til blaðið, heimasíðuna, sosialar miðlar og native advertising. Eisini fert tú at arbeiða við tiltøkum s. s. Kvinnurenningini og møguliga smáum tekstuppgávum. Tú verður partur av redaktiónini á Kvinnu og arbeiðir í tøttum samstarvi við sniðgeva, journalisti og blaðstjóra.

TÚ…
Hevur sans fyri sølu og dugir væl at selja
Tekur ábyrgd í tínum arbeiði
Dugir væl at orða teg í talu og skrift
Vilt menna og styrkja tínar førleikar innan sølu 
Dámar væl at samskifta við kundar og veita eina góða tænastu
Arbeiðir væl og effektivt í einum umhvørvi, har ferðin ofta er høg
Ert nýhugsandi og dámar væl at arbeiða kreativt
Hevur koyrikort
Trívist væl við at arbeiða sjálvstøðugt
Arbeiðir skipað, heldur tíðarfreistir og handlar skjótt

VIT BJÓÐA TÆR

Vit bjóða eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi starv í einum kreativum og óhátíðarligum umhvørvi, har tað ofta gongur skjótt, og nógvir bóltar eru í luftini samstundis. Tú fært ávirkan á tað, sum kemur í Kvinnu, og vit vænta og vóna, at tú vilt koma við tínum íkasti til, at Kvinna framhaldandi kann vera viðkomandi, áhugaverd og spennandi hjá okkara lýsarum og lesarum.

UMSÓKNARFREIST
Um tú heldur starvið ljóðar áhugavert, so send okkum eina umsókn í seinasta lagi 26. oktober 2021, kl. 12.00.

Umsóknin og viðkomandi skjøl skulu sendast tillena@sansir.fo

LØN OG SETANARTREYTIR:
Talan er um eitt fulltíðarstarv á 40 tímar um vikuna. Starvið verður sett skjótast gjørligt og lønt sambært avtalu. Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til Ingrid Bjarnastein, blaðstjóra, á 28 24 28, ella Lenu L. Mohr, stjóra, á 299 353.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Um Kvinnu:

Tað eru Sansir, sum geva Kvinnu út, sum er einasta føroyska kvinnublaðið og fyllir 17 ár í november. Kvinna kemur út 8 ferðir um árið.

Sansir veita marknaðarføring og samskifti á øllum miðlum og arbeiða við virkissamleika, branding og marketing.