Kvinnurenningin 2021 hjá Kvinnu og Bragdinum verður leygardagin 29. mai kl. 15.00 á Tórsbreyt í Havn.

Melda til nú og fá stóran gávuposa við góðum gávum, avsláttrarkortum og ymsum lekrum at forkela teg sjálva við. Og sjálvandi luttekur tú eisini í stóra lutakastinum um nógvar stórar vinningar. Skunda tær, tí tað er avmarkað nøgd av renniblusum og gávuposum! Sí fleiri myndir av renniklæðunum HER.

Í gávuposanum er:
Lekkur renniblusa frá Craft (virði: 250 kr) Tað ber til at royna ársins renniblusu í Thomas Dam Intersport í Havn, Klaksvík og á Glyvrum.

Harumframt fært tú ein leskandi drykk frá Aqua d’Or, Texturizing Salt Spray frá Balmain, hálsrør frá Fólkaheilsuráðnum, dag- og náttkrem frá ECOOKING, ymiskt søtt og gott frá Damfar, ítrottarkakao frá Røsku, orkudrykk frá State, avsláttarkort frá Intersport, Cosméto, Jógvan Weihe, Stokkar.fo og Guðrun & Guðrun. 

HER sært tú, hvussu gávuposarnir verða koyrdir út kring landið.

Tilmeldingin er bindandi. Renninummar og gávuposi kunnu heintast í vikuni áðrenn Kvinnurenningina. Nærri kunning um staðseting verður send tær á teldupostin. Seinasta freist at heinta renniblusu og gávuposa fríggjadagin 28 mai 2021. Ikki avheintaðir posar verða burturbeindir 1. juli 2021.
Fyrivarni verður tikið fyri broyting orsakað av koronu. 

Høvuðsstuðlar til Kvinnurenningina 2021 eru Thomas Dam Intersport og Aqua d’Or.