Kvinnurenningin 2023 verður leygardagin 20. mai kl. 15.00 á Tórsbreyt í Havn - upphitingin byrjar 14.50.
Melda til nú og fá stóran gávuposa við góðum gávum, avsláttrarkortum og ymsum lekrum at forkela teg sjálva við. Og sjálvandi luttekur tú eisini í stóra lutakastinum um nógvar góðar vinningar.
Avmarkað nøgd!
Tilmeldingin er bindandi. Renninummar og gávuposi kunnu heintast í vikuni áðrenn Kvinnurenningina á Smyrilsvegi 13 - nærrri kunning á kvinna.fo/kvinnurenning2023 - vit senda tær eisini ein teldupost við nærri kunning, tá Kvinnurenningin nærkast. Seinasta freist at heinta renniblusu og gávuposa er leygardagin 20. mai kl. 13.00. Ikki avheintaðir posar verða burturbeindir 1. juli 2023.
Høvuðsstuðlar til Kvinnurenningina 2023 eru Thomas Dam Intersport og Aqua d’Or.