Kvinnurenningin er um tvær vikur - soleiðis betrar tú um úrslitið
Lívsstílur
Kvinnurenningin er um tvær vikur - soleiðis betrar tú um úrslitið
Jú, gamaní eru tvær vikur ógvuliga lítið, tá tað snýr seg um at síggja úrslit av eini og hvørjari venjing. Kanska ov lítið vil onkur vera við, men eitt sindur av muni kunnu dagarnir enn gera. Her sært tú hvussu.
Eftir: Anniku Kunoy Im / Mynd Veitari 12.05.2021

Um tú meldaði teg til Kvinnurenningina fyri eini tíð síðan við eini vón um at klára eina ávísa tíð ella bara at megna at renna teinin ella partar av honum og nú hevur uppdagað, at Kvinnurenningin altso er um góðar tvær vikur. Og tú “gloymdi” venjingina, so eru hesi ráðini møguliga kærkomin.

Ert tú als ikki von at renna, eru tvær vikur sjálvsagt ov lítið av tíð til at venja upp til 5 kilometrar. Men eitt sindur ber til at fyrireika seg - bæði sinn og kropp - upp á tvær vikur.

Tí hóast Kvinnurenningin er so ómetaliga nógv annað enn at koma fyrst á mál, er altíð gott at seta sær mál, ynskir ein tað - realistisk mál væl at merkja.

Her eru góð renniráð nú tvær vikur eru til Kvinnurenningina - tú kanst melda til ársins Kvinnurenning við trýsta HER

Renn og gakk
Megnar tú ikki at renna 5 kilometrar uttan at steðga, royn so at ganga nakrar ferðir á teimum rennitúrunum, tú fert á komandi dagarnar. Renn til dømis 1,5 kilometrar og gakk so í 30 sekund. Hesin steðgurin kann eisini geva meir orku til teir kilometrarnar, ið tú rennur. Umframt at musklarnir fáa ein steðg, fær sinni eisini ein styrk. Tað ber eisini til at telja lyktarpelar ella okkurt annað á vegnum, um tað verður ov møtimikið at halda eyga við bæði tíðini og strekkinum. Hetta kann sjálvandi gerast bæði í venjingini áðrenn og til sjálva Kvinnurenningina.

Royn teinin
Ert tú í renniskóm og í Havn ber til at renna teinin, ella ein part av teininum, sum tú saman við 1200 øðrum kvinnum, skalt renna 29. mai. Veitst tú, hvar tú skalt renna, verður tað mentalt lættari, tá slagið skal standa. Hetta er serliga gagnligt, um tú ert von at renna á rennibandi. Og er ein brekka í teininum (tað er ein stutt ein niðan á Vaglið) renn so nakrar brekkur fleiri ferðir hesar dagarnar, sum eina styrki- og sjálvsálitsvenjing. 
Kvinnurenningin byrjar á Tórsbreyt og endar á Vaglinum sum vant. Aftur í ár leggja vit leiðina framvið Svartafossi og renna eftir hugnaligu gøtunum í náttúruvøkru Hoydølum og Boðanes.

Ger ikki ov nógv av
Tað hjálpir ikki at renna skjótt og leingi hvønn dag áðrenn Kvinnurenningina. Tú hevur enn tíð til nakrar longri túrar, áðrenn renningina, men best er at tú so eisini hvílir beinini dagin eftir, so kroppurin fær stundir at koma fyri seg. Gert tú ov nógv av, ovbyrðar tú kroppin, og kemur tær í vanda fyri at fáa skaða.

Royn klæðini og skógvarnar
Vanliga verður mælt til, at ein ikki fer í nakað nýtt á degnum ein skal renna. Fær tí ikki í nýggjar renniskógvar, sum tú ikki hevur runnið í áður, tí tú kanst koma at kenna teg illa til passar ella fáa bløðrur á fótin. Royn eisini blusuna og klæðini, sum tú fært til Kvinnurenningina áðrenn leygardagin 29. mai.

Hvíl teg dagin fyri
Renningin dagin fyri Kvinnurenningina betrar ikki um úrslitini. Og gert tú ov nógv, rindar tú prísin dagin eftir, tí tú snøgt sagt verður ov móð. Slappa heldur av, so beinini fáa ta hvíld, teimum tørvar. Kennir tú ikki frið á tær, far so heldur ein gongutúr ella ger nakrar útstrekkingar.

Tað sum er mest umráðandi er tó at hugna og stuttleika sær saman - tí tað er tað, sum Kvinnurenningin snýr seg um - líkamikið um vit renna, ganga ella bæði.

Vit gleða okkum!