Oreo-konfekt
Matur

Oreo-konfekt

Vælkendu, rundu sjokulátukeksirnar Oreo eru her nýttar í einari lekkrari konfektkúlu.
Eftir: 10.12.2020

Tú skalt brúka

1 kg av Oreo-keksum

250 g av rómaosti, td. Philadelphia

Sjokulátu

Soleiðis gert tú
Hvirla reokeksirnar hampuliga fínt. Lat síðani rómaostin í og lat hvirluna koyra inntil tú hevur eitt deiggj, sum er gott at forma. Rulla smáar kúlur til munnbitar og set tær á eina plátu við bakipappíri. Smelta sjokolátaplátuna og dyppa kúlurnar niður í. Nýt ein gaffil, so tað er lættari. Pynta við lakrespulvuri ella øðrum smakki. Set tær á plátuna og køl konfektina niður í hjallinum ella í køliskápinum. Tær smakka best, tá tær eru kaldar.

Uppskriftin er frá Silvurlín, sum eigur býlið, sum var í Kvinnu 8, 2018 - sí nakrar myndir í býlinum her!




Viðkomandi greinar