Soleiðis verður rennidagurin
Tíðindi
Soleiðis verður rennidagurin
Endiliga er tíðin komin til ársins Kvinnurenning - vit hava glett okkum! Tvey ár, har vit hava runiið hvør sær, men nú er tíð at hittast aftur til ein hugnaligan dag í Havn. Her er skráin.
Eftir: Kvinna 19.05.2022

Skrá

Kvinnurenning 2022, leygardagin 21. mai, klokkan 15.00

14.30-14.45 - møta á Tórsbreyt

14.50 - Vælkomin + Upphiting við Ann frá Bragdinum

15.00 - Renningin verður skotin í gongd - tær sum renna 5 km fara fyrst avstað, og so fara tær, sum fara 3,8 km túrin.

15.30-17.00 - Myndatøka á Vaglinum - fari endiliga í kø til myndatøku so skjótt tit eru á málinum.

Uml. kl. 16.15 - Byrjar hugnin á Vaglinum - lutakastið, sum er metstórt í ár, smakkiroyndir frá Røsku, frukt og vatn, myndatøka og hugnaligt prát :)

17.00 - Vit runda av og takka fyri í ár.

Vertur: Svanna Hentze í Gong

Myndir frá degnum koma út á facebook-vangan hjá Kvinnu 21/22. mai.