Mariann Hansen: Eg væntaði ikki nakran leiklut, tí eg var við barn
Tíðindi
Mariann Hansen: Eg væntaði ikki nakran leiklut, tí eg var við barn
– Hetta er heilt ótrúliga stuttligt. Trom hevur verið í umbúna leingi, og nú er røðin her. Tað skal líka sodna, sigur Mariann Hansen, sum spælir løgreglukvinnan Anita Ravn millum annað, nú Kvinna hevur sett henni nakrar spurningar um leiklut hennara í spenningsrøðini Trom.
Eftir: Anniku Kunoy Im / Mynd: Viaplay 14.02.2022

Hvat er munurin á at spæla við í eini sjónvarpsrøð og at spæla sjónleik og stuttfilm, sum tú hevur gjørt nógv av?
– Munurin millum leikir á palli og enntá stuttfilmar og sjónvarpsrøðir er øgiliga stórur. Røðin er eitt nógv størri format – har søgan og tilgongdin er longri. Eg eri von við at vera við í allari tilgongdini og at hava innlit í alt, tá eg spæli ein leiklut. Tað var eg ikki í Trom, hóast eg hevði lisið øll handritini. Eg hevði ikki innlit í arbeiði hjá hinum sjónleikarunum, og summi hitti eg als ikki. Arbeiðið er skipað á ein heilt øðrvísi hátt. Tað var avbjóðandi og til tíðir torført. Hóast eg gjørdi nógvar fyrireikingar, áðrenn upptøkurnar byrjaðu, fyrireikaði eg meg eisini á settinum, tí tað er eisini umráðandi at taka alt tað inn, sum settið er og at hugsa um, hvønn veg tú vendir og annað praktiskt.
– Men eg lenaði meg at hinum, sum vóru har. Eg arbeiddi tætt at Mariu Rich, og eg bæði eygleiddi hana nógv og tosaði nógv við hana um persónarnar og relatónirnar. Eg lærdi ómetaliga nógv av henni og brúkti hana nógv.

Fakta:
Navn: Mariann Hansen
Aldur: 36 ár
Útbúgving: BA sum pallhøvundur
Bústaður: Býr í Nólsoy, men uppvaksin við Norðskála
Starv: Sjónleikari

Hvussu kennist tað at vera partur av tí fyrstu føroysku sjónvarpsrøðini?
– Hetta er heilt ótrúliga stuttligt. Trom hevur verið í umbúna leingi, og nú er røðin her. Tað skal líka sodna.

Í Trom spælir tú løgreglukvinnan Anita Ravn. Hvør er hon?
– Anita er ein ambitiøs og arbeiðssom løgreglukvinna, sum er fødd og uppvaksin í Føroyum. Hon er dugnalig og gongur høgt uppí tað, sum hon ger. Hon er ambitiøs, og tí lenar hon seg upp at Karlu (Mariu Rich).
– Í leiklutinum legði eg meg eisini nógv eftir at skilja søguna, tí hetta er fyrstu ferð, eg havi spælt við í eini krimisøgu. Eg var tikin á bóli av, hvussu torført tað er at spæla krimi. Tað er ein sterk genre.

Í røðini er Anita Ravn við barn. Vart tú við barn, tá tú spældi leiklutin?
– Ja, eg var ordiligt við barn. Og satt at siga væntaði eg ikki nakran leiklut, tí eg var við barn. Tað er positivt, at tíðirnar eru so nógv broyttar, at kvinnur í hesi vinnuni uppliva slíkan fleksibilitet. Tað er positivit, at tú kanst vera við, hóast lívið hendir. Eg veit væl, at eg ikki eri tann fyrsta, sum eri til arbeiðis, har búkurin verður ein partur av øllum, men tað gav meining at merkja, at tað bar til. Øll tóku sær so væl av mær eisini, og tey vóru øgiliga tilvitað um, at eg ikki skuldi møðast óneyðuga. Tey vóru so forbankað góð við meg.
– Nú er røðin útkomin, og eg var eitt sindur stúrin fyri at síggja meg sjálva á skíggjanum, tí eg var so mega upp á vegin. Tá vit góvust at taka upp, var eg komin sjey og ein hálvan mánað. Eg stúrdi fyri tí, men eg má síggja burturfrá, at tað er eg á skíggjanum.

Eg arbeiddi tætt at Mariu Rich, og eg bæði eygleiddi hana nógv og tosaði nógv við hana um persónarnar og relatónirnar. Eg lærdi ómetaliga nógv av henni og brúkti hana nógv.

Í sjónvarpsrøðini er politiøkið dominerað av kvinnum, hvat helt tú um tað?
– Tað dámdi mær væl. Tá eg fyrireikaði meg til røðina, tosaði eg við fleiri føroysk løgreglufólk.  Tað var ógvuliga gevandi, tí í roynd og veru visti eg lítið um løgregluna og um, hvussu hon er skipað inannanhýsis. Har upplivdi eg menniskjalig fólk og ein sterkan felagskap, sum natúrliga styrkist í og við, at tey til arbeiðis uppliva alt møguligt saman, men hava hvønn annan í øllum kortini.

Hvussu var at spæla saman við teimum kendu sjónleikarunum?
– Eg helt, at tað setti ein øðrvísi dám á alt, at vit høvdu fleiri navnframar sjónleikarar við. Eg møtti ikki Ulrich Thomsen so ofta, men eg arbeiddi tætt saman við Mariu Rich. Tað var stuttligt, at tað var so blandað – bæði roynd og óroynd, og prátini vórðu eisini áhugaverd av tí sama. Í sendingini verður tosað bæði føroyskt og danskt, og tí arbeiddu vit við fleiri málum, og tað kann verða ein avbjóðing hjá teimum, sum ikki skilja málið.
– Eg spældi eisini saman við øðrum sjónleikarum, sum eg havi spælt saman við áður, so sum Hjálmar Dam, sum spælir Gísli Bjarnason, tí vit hava eina eldri relatión, og tað er stuttligt at kunna spæla saman við onkrum, sum tú kennir væl og hevur tað lætt og stuttligt saman við.

Visit tú ...

Mariann Hansen hevur spælt sjónleik og verið partur av sjónleikaumhvørvinum í Føroyum, síðani hon var tannáringur. Tú kennir møguliga Mariann Hansen millum annað frá stuttfilmunum:

  • Ikki illa meint (2018)
  • Stina Karina (2015)
  • Kom og dansa (2015)




Viðkomandi greinar